Hvørt ár gevur Løgtingsins Umboðsmaður eina frágreiðing um tað, sum Umboðsmaðurin hevur tykist við seiinasta árið.
Fyri Javnaðarflokkin var Jónleif Johannesen framsøgumaður.
Hann nevndi, at serliga barnaverndarmál eru vaksandi partur av kærunum, sum Umboðsmaðurin fær og undraðist yvir, hví so er.
Hann spurdi eisini hví tað eru so, at summi mál ikki verða viðgjørd. Eru hetta mál, sum detta niður ímillum í fyristing, men sum Umboðsmaðurin ikki kann taka sær av.
Jónleif Johannesen helt tað vera áhugavert, at Umboðsmaðurin vísir á, at í Danmark er ein broyting gjørd, sum sigur, at Umboðsmaðurin ikki kann sita í meira enn 10 ár.
-Hetta er áhugavert og er ein spurningur, sum vit eisini eiga at viðgera, segði Jónleif Johannesen.








