Viðgera oljuavgjaldið

Í dag verður løgtingsfundur, har uppskotið um at broyta oljuavgjaldið kemur til fyrstu viðgerð

Í blaðnum í gjár skrivaðu vit, at Miðflokkurin hevur lagt uppskotið fram, men vit nevndu ikki, at tað hevur flokkurin gjørt saman við Sjálvstýrisflokkinum. Teir báðir smáu andstøðuflokkarnir standa tí í felag aftan fyri uppskotið.