Viðgera læknastríðið í Klaksvík

Hóskvøldið 20. september kl. 19.30 fer Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, at halda fyrilestur um læknastríðið. Fyrilesturin verður í Skúlanum við Ósánnna.

Læknastríðið ella Klaksvíksstríðið, sum tað ofta verður kallað, var í hæddini í 1955, og er størsti uppreistur nakrantíð í Føroyum móti donsku yvirvøldini. Í fyrilestrinum verður dentur lagdur á grundarlagið fyri læknastríðnum og sjálva hendingargongdina, men eisini verður stríðið sett í eina størri heild.

Aftan á fyrilesturin verður kaffi og prát. Hans Andrias Sølvará, sum í løtuni arbeiðir við triðja bindi av Klaksvíkar Søgu vil fegin frætta frá fólk, sum minnast stríðið, og ikki minst fáa avrit av myndum og skjølum frá hesi tíðini.