Viðgera játtanarkarmarnar seinnapartin

Klokkan 13:30 fer løgtingið undir at viðgera uppskotið til samtyktar um játtanarkarmarnar á løgtingsfíggjarlógini fyri 2017. Tað eru í veruleikanum karmarnir um ta fíggjarløgtingslóg, sum landsstýrið skal leggja fyri tingið í heyst og sum skal samtykjast fyri nýggjár.

 

Í uppskotinum sigur Kristina Háfoss, fíggjarmálaráðfrú, at við hesi løgtingssamtykt tekur Løgtingið undir við, at samlaði útreiðslukarmurin á løgtingfíggjarlógini fyri 2017 verður 4.742,2 mió. kr.

 

– Rakstrarkarmurin verður 4.462,2 mió. kr., og løgukarmurin verður 280,0 mió. kr. Samlaði inntøkukarmurin verður 4.792,2 mió. kr. Úrslitið (RLÚ1) á løgtingsfíggjarlógini fyri 2017 verður 330 mió. kr. uttan løgur, sigur hon.

 

Tá løgurnar eru íroknaðar, verður úrslitið á løgtingsfíggjarlógini næsta ár – sambært uppskotinum – eitt yvirskot upp á 50 mió. kr.

 

Meira kann lesast um uppskotið VIÐ AT TRÝSTA HER

logting.fo/files/casestate/16231/106.15%20U.t.s.%20um%20jattanarkarmar%202017-2021.pdf