Tað er rættarskipanin, sum má gera av, um tað er brot á grein 266b í revsilógina at hava í sínari valskrá, at tey samkyndu hava brúk fyri viðgerðartilboðum.
Sambært Rás2 segði fútin seinnapartin í dag, at tað má vera rættarskipanin, sum tekur støðu í hesum máli. Sjálv ætlar hon sær ikki upp í málið, uttan at tað verður meldað.
Rás2 hevur eisini tosað við sakførarar í dag, sum siga seg ivast í, um hetta er brot á grein 266b í revsilógini. Eingin vil taka greiða støðu, tí grundgevast kann bæði fyri og ímóti.
Støðan er íkomin, tí Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, segði í sjónvarpinum, at stendur tað til hansara, skulu viðgerðartilboð verða til samkynd í Føroyum.