Rodmundur Nielsen
Umberingarnar og ringa samvitskan nívir. Tað er heldur einki at siga til. Eingin, ikki ein ynskir at taka ábyrgd.
Eldraøkið er ikki bara afturútsiglt, men ber boð um vánligt politisk handalag, og tí er tørvurin á ellis- og røktarheimsplássum ovurhonds stórur út um alt landið, uttan eitt nú í Sundalagnum og í Eysturoy sum heild, har framskygdari loysnir nøkta lokala tørvin á røktarheimsplássum.
Tað er eingin her á landi sum ynskir marglætisloysnir á eldraøkinum, men virðiligar og menniskjaligar loysnir, og fleiri krónur til økið, er heldur ikki eitt svar sum kann nýtast í komandi árum, vit skulu hava fleiri búpláss fyri minni íløgupening, vit skulu hava loysnir, ið eru heimligar, og helst skulu loysnirnar ikki verða niðan fyri eini fjøruti til fimmti búpláss fyri at fáa ein nóktandi rakstur.
Nú er nóg mikið tosað, skrivað og filmað. Ein loysn eftir føroyskum fortreytum er neyðug, bæði tá talan er um pening og starvsfólk.
Ein breið samgonga má og skal hava dirvi at taka endaliga avgerð um eldraøkið, og eftir mínum tykki er einki fjas og uttanumtos, økið skal verða kommunalt ábyrgdarøki burturav. Vit skulu tryggja, at peningurin fylgir við, og at endaligu karmarnir gerast tryggir karmar, so at okkara eldru og gomlu og teirra avvarðandi trygd kunnu líta á, at almennu Føroyar hava trygg viðurskifti á hesum øki.
Kommunurnar hava prógvað eitt nú á barnaansingarøkinum, at kommunurnar nógv betur kunnu finna nøktandi og smidligar loysnir tá ið ansing umræður.
Ynski hjá Fólkaflokkinum um at styrkja heimarøktina eigur eisini at fáa sín náttúruliga leiklut, so at tey »eldru«, sum ynskja tað, kunnu verða í sínum egna umhvørvi longst møguligt.










