Hóskvølið komu Sonja Klein sóknarprestur í Havn, og maður hennara Holger Arnbjerg heim aftur av ferð í Egyptalandi, har tey vitjaðu Sinaihálvoynna. Vit hava prátað við Sonju um ferðina og um hennara fatan av støðuni.
Og hon leggur fyri við at greiða frá, at tá tey fóru úr Føroyum 26. januar høvdu tey onki hoyrt um tekningarnar ella ófrið millum Danmark og arabisku londini, men at tey so við og við á ferðini fingu alt fleiri boð um ófrið.
Eg havi altíð havt stóran áhuga fyri Egyptalandi og seinastu fimm árini havi eg vitjað landið tríggjar ferðir. Hinar báðar ferðirnar vóru til ávikavist í Cairo og Luxor, greiðir Sonja Klein frá. Og hon frøist um, at hon og maðurin náddu heim aftur til Føroya, áðrenn teir veruligu samanbrestirnir brustu á, eitt nú í Sýria og Libanon.
Danir vórðu sviar
Fyrstu ferð eg gjørdist varug við, at eitthvørt var á vási, var ígjøgnum sjónvarpsrásina BBC, sum eg hugdi eftir á hotellkamarinum. Har kom ein lítil viðmerking um, at øll arabisku londini høvdu boykottað danska virkið Arla, sigur Sonja og leggur afturat, at sohvørt sum ferðin leið, komu fleiri ábendingar um, at luttakararnir í ferðalagnum skuldu ikki skelta við, at teir vóru danir.
Ein dagin fóru vit eina drúgva bussferð niðan á Sinaifjallið. Bussferðin vardi tríggjar tímar, og á vegnum vóru eini sjey checkpoints, har vit skuldu vísa pass og samleikaprógv. Vit høvdu tá fingið boð um ikki at skelta við, at vit vóru danir. Á bussferðini upplivdu vit, at allir danirnir søgdu seg vera sviar, og vit bæði Holger søgdu okkum vera úr Faroe Island, og so var alt í lagi, sigur Sonja Klein.
Spurd um tey vóru bangin, sigur hon, at tað vóru tey ikki, men at nakað av skjálvta var á ferðalagnum og at hýrurin sum heild var nakað tryktur.
Muslimar út um mark
Men hvat heldur prestur um at Jyllands Posten prentaði tekningar og gjørdi gjøldur burtur úr Muhammed profeti?
Vit eru so von við, at fólk gera gjøldur burturúr religiónini. Til dømis kenna vit tað frá bretska skemtibólkinum Monty Pyton, og teir duga at skemta uttan at fara um mark, heldur prestur, sum harafturímóti metir, at muslimarnir, sum fara út á gøturnar at brenna niður sendistovur og lova heilagt kríggj, fara langt út um mark.
Hetta er eitt tekin um, at innanhýsis trupulleikarnar í nógvum muslimskum londum eru so stórir, at neyðugt er at finna felags fíggindar, sum fólk kunnu argast inn á. Hetta kenna vit eisini frá okkara heimsparti. At Danmark verður syndabukkur er tilvild og samstundis eisini so sera lætt sloppið, sigur hon. Og hon vísir á, at amerikanarar í Irak hava brent Koranir úti á gøtunum, men at USA er so stórt, at tað er lættari at senda vreiðina á eitt lítið land.
Kristin verða forfylgd
Sonja Klein undrast á, at muslimarnir argast, tá onnur vanvirða teirra trúgv, tí, sum hon sigur, so eru kristin í muslimskum londum mest forfylgdi trúarbólkur í heiminum.
Tey brenna bæði kirkjur og krossar í miðeystri, og vit minnast hvussu muslimar knústu buddastandmyndir í Afghanistan. So eg skilji ikki rættiliga, at tey eru so sár, sigur Sonja Klein, prestur.
Vit vinna við viti og skili
Og hon vísir á, at Danmark og kristni heimurin sum heild bert hevur eitt amboð at koma burturúr knípuni.
Vit lesa, at við góðum, vinna vit á tí ónda. Og tá vit eru gávað við viti og skili, so mugu vit brúka tað til at koma til sættis við tey, sum ynskja okkum ilt. Í gamla testamentið lósa vit, at ósemjur verða loystar við hevnd, men við Jesus lærdu vit at vegurin er fyrigeving, og at vit skulu venda hin kjálkan til. Hetta merkir ikki, at vit skulu vera býtt ella bláoygd, men, sum Paulus so ofta vísir á: brúka okkara skil og samvitsku.
Frælsið í hásæti
Sonja Klein leggur stóran dent á, at vit í vesturheiminum hava talu- og skrivifrælsi.
Viðhvørt haldi eg at vit eru ov tolin og at tolsemið nærkast líkasælu. Vit mugu ongantíð fara niður á teirra støðið, har frælsið og tolsemi ikki verður virt, sigur Sonja Klein, og hon slær at enda fast:
Eg góðtaki ikki, at fólk brúka harðskap. Vit skyldu til at brúka okkara vit og skil og diplomatisku evnir til at finna eina loysn á ósemjuni.










