Við fullari ferð - á beinari kós

Høvuðsuppgávan hjá landsnevndini er at verða ein stuðul hjá lokalfeløgunum og teimun fólkavaldu, men uppgávan er eisini at halda vakið eyga við flokkinum Jan Asbjørnson Joensen, sum í gjár varð valdur til formann í landsnevnd Sjálvstýrisfloksins, var frammmanundan næstformaður í nevndini. Jan er sonur Asbjørn Joensen, sála, sum í mong ár var við til at mynda flokkin.

Nýggi formaðurin hevur verið virkin í Sjálvstýrisflokkinum í fleiri ár og er eisini formaður í Norðoya Sjálvstýrisfelag.

- Sjálvstýrisflokkurin hevur verið í djúpum aldudali við nógvum og hørðum brotasjógvum seinastu mongu árini. Hetta hevur uttan iva gingið útyvir felagsarbeiðið, bæði lokalt og á landsplani

Jan sigur, at seinastu landsnevndarformenninir saman við floksformanni hava havt úr at gera við at geva flokkinum ein nýggjan møguleika fyri at menna seg aftur.

- Hetta má sigast at hava hepnast væl, og stýra vit nú aftur við fullari ferð og beinari kós, stig fyri stig, sigur hann.

Høvuðsuppgávan hjá Landsnevndini er at verða ein stuðul hjá lokalfeløgunum og teimun fólkavaldu.

- Okkara uppgáva er eisini at halda vakið eyga við, at flokkurin førir ein politikk, sum er í tráð við stevnuskránna.

Jan vísir á, at politiska landslagið er broytt, nú Føroyar eru vorðnar eitt valdømi.

- Tí liggur eitt stórt arbeiði fyri framman hjá nevndini at fáa floksskipanina at virka til fulnar, men vit fara undir hetta arbeiði við góðum treysti.

Nýggi formaðurin heldur, at uttan góðar og fastar røtur í lokalsamfelagnum og føroysku fólkasálini, verður torført at lyfta ein politiskan flokk til at verða fólksins ogn.

- Men nú fjølgast aftur um flokkin, sigur hann.