TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði í fótbóltspanelinum á Rás2 við formannin í FC Suðuroy, Julius Vest Joensen, sum er ein av heitastu talsmonnunum fyri einum felags suðuroyarliði í bestu fótbóltsdeildunum.
Julius Vest Joensen lovar ikki nakað undur, ella eina støðu fremst í oddinum í effodeildini, men hann staðfestir, at við einum liði eru suðringar kappingarførir, og nú eru størri sannlíkindi fyri, at oyggin kann hava eitt lið har, sum tað er stuttligt at verða.
Fólkafráflyting og onnur vandamál hava gjørt tað torført hjá Suðuroynni at hava eitt lið, sum kann verða heilt har frammi í oddinum, men við einum felagsliði, so eru møguleikarnir avgjørt størri at verða við frammi í oddinum.
Felagsliði í teimum bestu deildunum er eitt neyðugt stig, staðfestir Julius Vest Joensen.