Við eini perlu á Ovastevnu

Í samband við Ovastevnuna hevur yacht.fo gjørt av at lata bát sín ?Pearl? sigla millum Havnina og Nólsoynna. Hesin stuttleikabáturin kom til landið fyrr í summar, og mong eru tey, sum hava eygleitt og firvitnast um hesa snotuligu yachtina. Nú hava tey so møguleikan sigla við henni.

Pearl byrjaði í morgun at sigla millum Tórshavn og Nólsoynna, og kemur at sigla pendul so leingi tørvur er á tí.

Í Tórshavn kemur Pearl at leggja at á Bursatanga. Kostnaðurin er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn.