Hetta var tann stóri útferðardagurin hjá børnunum í stovuni við heitinum “Keldan”.
Avtala var gjørd um at tey skuldu møta upp við ovaru byrgingina - á Vatninum, tey kalla - kl. 9:30 henda morgunin. Men sum altíð, tá nógv børn skulu gerast klár, eru altíð seinkingar á vegnum.
Børnini hava áður gjørt ymiskar útferðir, men tað var serliga hesa sum tey gleddu seg almikið til. Hetta var nevniliga fyrstu ferð, at tey royndu júst hetta.
Tað hevði verið spennandi um tey fingu okkurt sílið. Ætlanin er nevniliga, at tey skulu grilla aftaná, og hvør veit, kanska endar okkurt sílið á grillini.
Men eitt av starvsfólkunum, Laila Friis upplýsir tó, at tey hava bundið um heilan fingur, og hava tikið okkurt við at leggja á grillina.
Hon fær ikki tíð at tosa meiri, tí nú rópar eitt av børnunum á hana. Tey eru eisini brá eftir at fáa maðkin og húkin útí. Kanska bíðar onkur fongur eftir teimum beint undir vatnskorpuni.
- Ja, eg eri ordiliga spent, sigur Sigrid.
Eingin forðing
Veðrið var ikki av tí allarbesta henda mikudagin. Í Vestmanna var skýggjað og rættiliga grovir ælingar komu við jøvnum millumbilum inn yvir bygdina.
Fyri børnini í dagstovninum Gjáarlon var hetta kanska júst til fyrimunar. Gamalt var hjá sílaveiðumonnum at siga, at best beit á í slíkum veðurlíkindum. Veðrið er so eingin forðing fyri tey.
Børnini og tey vaksnu vóru øll ílatin til endamálið: Góð og heit klæði innast. Regnklæðir uttan. Og sjálvandi ein bjargingarvest uttast. Slíkt hoyrir avgjørt eisini við til fyrireikingina av eini væl eydnaðari útferð.
Komin niðan til ovastu byrgingina, vóru tráðurnar gjørdar klárar. Sigrid var eisini í ferð við hetta sama.
- Tað er babba sum hevur gjørt mær tráðuna, sigur Sigrid, ikki sørt errin. Hetta er ein stutt, men fín tráða við bæði húki og einum floti.
Eitt av starvsfólkunum hevði ómakað sær at fáa fatur á nøkrum maðkum beint við vatnið. So var tað í øllum førum ikki eftir.
Nú ráddi bert um at fáa maðkin á húkin, og so kundi Sigrid kasta útí.
Onkran fisk
Sigrid var ikki heilt greið um, hvat hon kundi vænta sær av fongi her í vatninum. Men at tað fór at verða til okkurt slag av fiski, var hon ikki í iva um.
- Eg haldi, at tað er síl, kemur tað stillisliga frá henni.
Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Sigrid roynir seg við tráðu. Hetta hevur hon gjørt so mangan áður.
Saman við foreldrunum og lítlu systir síni og stórabeiggjanum, hevur hon onkutíð fiskað á kajini í Vestmanna. Og her kom hon ofta aftur við veiðu.
- Har vóru nógvir fiskar, greiðir hon frá.
Í botni
Tráðurnar vóru gjørdar eftir støddini á børnunum, so tær rukku ikki so langt úti. Men løtu eftir vóru kortini omanfyri 10 tráður í vatninum.
Her var tað helst meiri viljin til at fanga nakað, heldur enn tað at fanga nakað sum dreiv verkið.
Tað gekk tí heldur ikki so leingi, fyrrenn tað beit á hjá tí eina barninum. Øll vendu sær spent yvir ímóti viðkomandi, meðan onkur slepti tráðuni og fór eftir einum glúpi.
- Jubiii, rópa børnini. Endiliga fekk onkur okkurt.
Men fiskieydnan var ikki til staðar beint tá. Heldur hinvegin. Her var hvørki síl ella laksur á húkinum, men fast stóð í botni.
Skjótt var at fáa loyst húkin aftur, og løtu seinni var ein spraklandi maðkur aftur undir vatnskorpuni.
- Hetta er ordiliga skeg, sigur Sigrid.
SEINASTA: Fingu einki
Hóast tey roynd og royndu, so fingu tey einki síl heimaftur við sær ella til grillina.
Hetta tók kortini ikki mótið ella ferðarhugin frá børnunum. Tey brúktu ístaðin tíðina at hugna sær saman, fanga kombikk og síðani at eta tann góða grillmatin.
Hóast alt, var hetta ein minniligur dagur við byrgingina á Mýrunum.