Við dupultari ferð til Gásadals

Teir hava sett meira ferð á boringina í Gásadalstunlinum. Arbeitt verður nú í tveimum skiftum, og komið verður ígjøgnum fyri jól, sigur landsverkfrøðingurin

Tunnilsgerð

Tað gongur skjótt við boringini í Gásadalstunlinum. Ferðin er tvífaldað, síðan summarfrítíðin hjá landsverkfrøðinginum endaði, og komið verður ígjøgnum til jólar.
Oyvindur Brimnes, landsverkfrøðingur sigur, at teir eru farnir undir at bora í tveimum vaktum í Gásadalstunlinum nú efitr summarfrítíðina.
Nú liðugt er at bora og gera vendipláss í Norðskálatunlinum, er manningin haðani farin vestur í Vágar at bora.
?Tað hevur alla tíðina verið liður í ætlanini, sigur Oyvindur Brimnes. Pengar eru settir av til boring í ár, og teir verða eisini brúktir, sigur hann.
Tá arbeitt verður við fullari styrki, og alt annars gongur væl, rokna teir við at kunna bora einar 50 metrar um vikuna, sigur landsverkfrøðingurin.
Hósdagin vóru teir komnir inn á júst 800 metrar, so einir 600 metrar eru eftir.
Tunnilin er fluttur nakað inn í landið i mun til fyrstu ætlanina. Tá var longdin sett til 1.700 metrar, men við flytingini er tunnilin styttur einar 300 metrar.
Fjallið er sera gott at bora ígjøgnum, sigur Oyvindur Brimnes. Fjallið er kanska enn betri, enn væntað var. Tað verður lítið at tryggja undir loftinum, og eisini er sera turt í tunlinum.
Gjørdar vórðu seismiskar kanningar og royndarboringar, sum gjørdu, at teir fluttu tunnilin. Teir vistu av, sigur landsverkfrøðingurin, at tað var gosmyrja einastaðni á vegnum, men hon vísti seg at vera undir tunnilslinjuni, og har eru teir komnir tvørtur um nú, so vónir eru fyri, at góða lendið fer at halda sær, til komið er ígjøgnum, sigur landsverkfrøðingurin.
Gásadalstunnilin verður líkur Kunoyartunlinum í hædd og breidd. Hálvtannað spor kalla teir hann, sigur landsverkfrøðingurin. Hann fær ikki ljós og telefonkaðalar, sum eitt nú Norðskálatunnilin nú fer at fáa, tí tey krøvini eru ikki sett til tunlar av tí slagnum, sum Gásadalstunnilin er, sigur Oyvindur Brimnes. Tað er ferðslan gjøgnum tunnilin, sum avger tað, sigur hann.