Við djúpastu samkenslu

- Vit vóna, at myndugleikarnir og hini uppsjóvarvirkini fara at vísa stórsinni í slíkari støðu, sum nú hevur rakt Varðan Pelagic og tey fólk, sum har hava starvast.

 

Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, segði í tiðindasending í Kvf fyrr í kvøld, at tey hava fingið nógvar heilsanir frá fólki, sum vísa sína samkenslu og stuðul, nú ein stórur partur av bygninginum á Tvøroyri í dag er farin upp í royk.

 

- Vit á Rock Trawldoors fara á henda hátt eisini at senda tær djúpastu samkenslur til tykkum øll, sum standa aftan fyri Varðan Pelagic - og til tykkum øll, sum í fyrsta umfari hava mist vinnumøguleikan har á staðnum.

 

Hans í Líðini, stjóri og Petur Symphor Kjærbæk, søluleiðari hjá Rock Trawldoors í Vági, siga seg vóna, at myndugleikarnir og hini uppsjóvarvirkini fara at vísa stórsinni í slíkari støðu, sum nú hevur rakt Varðan Pelagic og tey fólk, sum har hava starvast.

 

- Hvat kunnu vit í Vági hjálpa við, nú grannar okkara verða riknir frá húsi og heimi vegna hesa stóru katastrofu fyri okkara oyggj, spyrja teir báðir á samkensluskrivi, sum Hans í Líðini hevur lagt út á sína Facebook-síðu í kvøld.