Við bussi undan vatnflóð

Føroysku skótarnir fóru í gjárkvøldið við bussi til Skotlands, har tey skulu ferðast til fríggjadagin. áarføri hevur verið í Suðuroynglandi, vatnið er fløtt um áarbakkarnar, og fólk eru flutt við tyrlu úr húsum teirra.

Spenningurin var stórur, um hetta fór at ávirka ferðina hjá skótunum, men tíbetur kom ringasta regniðikki til Skreens leguøkið, har skótarnir hava gist síðani fríggjadagin.

1. Lið kom um 12-tíðina týsdagin – nógv seinkað – til Glasgow, har tey hava fingið innivist í einum skótahúsum.

2. Lið kom enn meira seinkað til Dundee umleið kl 14 og verð innkvarterað hjá skotskum skótafamiljum og hava har notið stóran blíðskap.