Við bussi til landsdystin móti Danmark

Útisetar í Keypmannahavn ætla sær at stuðla føroyska landsliðnum í Skjern

Hóast føroyingar flest iðra seg um at hondbóltslandsliðið ikki sleppur at spæla á heimavølli, so er støðan ein møguleiki hjá útisetum í Danmark at síggja landsliðið spæla á fyribils heimavøllinum í Skjern.

Flestu útisetarnir eru staddir í Keypmannahavn, og summir av hesum eru farnir at leggja ætlanir um at fara til Skjern at hyggja.

 

Ein, ið leggur ætlanir, er Hugin Brend Bech, ið er farin undir at at skipa fyri einum felags busstúri til dystin móti Danmark í Skjern.

 

Fyrireikingarnar eru júst byrjaðar, men HSF hevur longu játtað 80 atgongumerki, við møguleika fyri fleiri, um áhugin verður størri. Eisini eru tiboð komin frá seks ymsum bussfyritøkum, so møguleiki er avgjørt fyri at túrurin skal eydnast, sigur Hugin Brend Bech, ið væntar at kostnaðurin fer at liggja um 400 krónur.

Men í løtuni snýr tað seg um at fáa undirtøku,

 

Helst skulu í minsta lagi 80 fólk melda seg til, um túrurin skal loysa seg, og í løtuni verður facebook nýtt at savna fólk.

Ætlanin er at koyra beinleiðis til Skjern úr Keypmannahavn í góðari tíð, og so savna føroyingarnar á eini barr í Skjern áðrenn dystin, til tess at hita upp til tað, ið í roynd og veru er ein heimadystur.

 

Er áhugi fyri at sleppa við túrinum, kann ein venda sær til Hugin Brend Bech á facebook, ella boða frá luttøku á tiltakinum “Busstúrur úr Kph til landsdystin Føroyar-Danmark” - somuleiðis á facebook. Í løtuni hava 16 fólk boðað frá luttøku, eins og 40 onnur hava sýnt áhuga fyri tiltakinum.