Fótbóltur
Sterki miðvallarin er sera glaður fyri sigurin, men tó sigur hann:
- Eg siti við eitt sindur blandaðum kenslum. Sjálvandi vil eg at Skála skal vinna, men AB er mítt barndómsfelag og tað er keðiligt um liðið longu flytur niður aftur.
Eftir ein heldur forkølaðan fyrsta hálvleik, gekk betri hjá Skála í øðrum hálvleiki:
- Vit áttu at verið aftanfyri 2-0 í hálvleikinum. AB spælir væl, og vit eru slett ikki við. Vit geva okkum ikki í nærdystunum, og sum heild spæla vit illa. Men vit verða ikki revsaðir av teimum, sigur Pætur.
- Í steðginum gera vit eina taktiska broyting. AB hevði havt alt ov gott pláss á miðjuni, so vit fluttu ein mann úr álopinum oman á miðjuna. Og tað vísti seg at rigga.