Við Búskapargrunninum fer skiftistíðin ígongd

Tá lógaruppskotið um stovnsetan av Búskapargrunni Føroya væntandi verður samtykt á tingið í næstum kann væntast, at danska stjórnin vendir tímaglasinum og byrjar at minka blokkin burtur sambært teirri fýra ára skiftistíðini, sum stjórnin heldur seg til. Tað væntar landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum

 

? Sjálvstýrisætlanin skal standa sína roynd í fyrra parti av hesi tingsetu.

 

? Tað kann gerast eitt trupult heyst í samskiftinum millum danir og føroyskar myndugleikar.

 

Hetta segði løgmaður millum annað í røðu síni á ólavsøku, men hvat er tað í veruleikanum, sum liggur ballað inn í hesar generellu framtíðarspáingarnar í Løgmansrøðuni.

 

? Vit mugu fyrireika okkum uppá, at tá tingið samtykkir uppskotið um at seta á stovn Búskapargrunn Føroya, so fer danska stjórnin at seta fýra ára skiftistíðina ígongd, sigur landsstýrismaðurin við sjálvstýrismálum og sipar her til boðskapin, sum danska stjórnin kom við i vár undir aðalorðaskiftinum um Føroyar, um at heldur Føroya Landsstýrið fram við sjálvstýrisgongdini, so fellur blokkurin burtur eftir fýra árum.

 

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya, sum helst verður samtykt í næstum, kann ikki tulkast sum annað enn eitt stig á sjálvstýrisleið, og tí er einki at taka seg aftur í at heystið allarhelst verður bæði trupult og baldrut í føroyskum politikki.

 

 

 

Kann ikki trýsta danir

 

Tjóðveldisflokkurin hevur, sambært Høgna Hoydal, ongar trupulleikar við at fara undir eina miðvísa sjálvstýristilgongd nú og so klára seg uttan blokkstuðul um fýra ár.

 

? Uttan mun til hvussu vit skipa sjálvstýristilgongdina og hvørji áramál vit seta á, so hevur danska stjórnin fráboðað, at skiftistíðin undir øllum umstøðum bara verður fýra ár. Tað er upp á tíðina vit síggja tað í eyguni og góðtaka tað.

 

? Vit skulu ikki halda at vit kunnu trýsta donsku stjórnina til at vera við til nakað, sum hon heilt klárt hevur sagt at hon ikki vil luttaka í. Tí mugu vit gera okkara egna leist og taka tær avleiðingarnar, sum koma, og tað verður tann stóra styrkisroyndin hjá politisku skipanini í Føroyum, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður við sjálvstýrismálum.

 

 

 

Væntar samgongusemju

 

Sitandi samgonga er ikki eyðmerkt av semju millum samgonguflokkarnar, men Høgni Hoydal væntar kortini, at hinir flokkarnir fara at standa við samtyktina frá í vár um at skipa Føroyar sum sjálvstýri.

 

? Heystið, sum er í væntu, verður heilt avgerandi, tí nú ræður um at vit í samgonguni skulu standa við tað, sum vit hava samtykt. Vit hava samtykt eina ætlan, og um avleiðingin av hesi ætlan verður, at blokkurin fellur burtur eftir fýra árum, so vænti eg eisini, at samgongan er klár at taka hana við.

 

? Vit mugu vera til reiðar at góðtaka, at skiftistíðin verður fýra ár. Danska stjórnin hevur í roynd og veru longu fráboðað, at hon uppfatar Búskapargrunnin sum eina tilgongd fram ímóti føroyskum sjálvstýri, og tá er skiftistíðin fýra ár, sigur Høgni Hoydal.

 

Uppskotið um Búskapargrunn Føroya kemur fyri tingið í næstum og verður væntandi samtykt.

 

Búskapargrunnurin er ein partur av løgtingssamtyktini um »Sjálvstýri Føroya fólks«, sum varð gjørd í vár, eftir at løgmaður hevði avlýst ætlaðu fólkaatkvøðuna um sjálvstýristilgongdina og samgongan nærum syndraðist av ósemjuni um hetta.