FÓTBÓLTUR
Sum innskiftur miðvallari teir síðstu dystirnar, má Jann Ingi Petersen metast at vera rættiliga vísur í at fáa eitt av plássunum á liðnum ímóti Litava, nú ikki færri enn fimm av teimum, sum annars plaga at byrja inni, sita uttanfyri við karantenu.
– Eg havi góðar vónir um at byrja dystin, og eg má eisini siga, at tað hevur verið hugaligt at komið inn teir síðstu dystirnar. Menninir á miðvøllinum hava gjørt tað øgiliga gott, so tað hevur ikki verið lætt at troðkað teir av, men nú kanska kjansurin kemur, sigur hann.
Fyrsti landsdysturin hjá Jann Inga var afturi í 2003, men eftir at hava roynt seg nakrar ferðir, hvarv hann úr myndini, og tað er ikki fyrr enn nú, at hann aftur fleiri ferðir hevur verið landsliðsaktuellur.
– Tað gekk øgiliga væl fyri nøkrum árum síðani, tá eg líkasum byrjaði at koma fram. Eg fór so niður at spæla við Fremad Amager, men tað órógvaði helst, at eg ikki altíð spældi, og síðani hevur tað verið eitt sindur trupult at sloppið upp í part aftur. Millum annað havi eg verið tvey kappingarár niðri í 1. deild og spælt, men nú haldi eg, at tað spakuliga byrjar at líkjast aftur, sigur hann.
Hóast Jann Ingi Petersen hetta kappingarárið hevur spælt við NSÍ, hevur hann eina bakgrund sum B68-ari, og tí kennist tað sera náttúrligt hjá honum at skula spæla heimadyst við landsliðnum á júst Svangaskarði.
– Eg havi spælt nógv á Svangaskarði, so tað fellur mær lætt. Men samstundis havi eg eisini kensluna av, at allir kenna seg heima har. Og at vit nú aftur eru á gamla heimavøllinum, kann saktans eisini gera munin, tí vit hava havt nøkur góð úrslit av víst á har, sigur hann.
– So er eisini at vóna, at fólk her á leiðini og aðrastaðni eru spent og koma at stuðla, tí tað hevði verið stuttligt við einari rúgvu av fólki til dystin.