Viðarlundin á Tungu er ein perla

Nú væntast kann, at føroyingar í størri mun enn áður fara at leita sær heimlig og hugnalig støð í summar, er eitt stað, sum viðarlundin í Miðvági eitt frálíkt høvi.

 

 

Viðarlundin á Tungu í Miðvági er ein sonn náttúruperla. Her er opið fyri vitjandi, og tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum at fara væl um.

Friður og sómi eiga altíð at valda í viðarlundini, og her verður heitt á vitjandi um at fylgja teimum leiðbeiningum, sum eru.

Nú væntast kann, at føroyingar í størri mun enn áður fara at leita sær heimlig og hugnalig støð í summar - í fleiri førum heilar familjur - er eitt stað, sum viðarlundin í Miðvági eitt frálíkt høvi.

Í uppslagi, tá tú fert inn um portrið, verður víst á, at fólk skulu halda seg á gøtunum og annars á teimum plássum í viðarlundini, sum eru gjørd til uppihalds.

Er talan um tiltøk ella skipað virksemi, skal loyvi biðjast um tað frammanundan.

Hundar, sum koma her saman við fólki, skulu vera í bandi, og heitt verður á vitjandi um at beina skitt burtur, um slíkt stendst av vitjanini í viðarlundini.

- Súkklur skulu leiðast og ikki er loyvt at koyra við motorakførum, undantikið avlamistólum, verður sagt um leiðbeiningini til viðarlundina á Tungu í Miðvági.

##med2##

##med3##

##med4##