Dan R. Petersen
Teir gomlu kongarnir nevndu seg altíð í fleirtal; teir søgdu “Vit” um seg sjálvan.
Eg havi havt nakrar atfinningarsamar viðmerkingar til leiðsluháttin hjá Óla Jacobsen. Hetta rópar hann ágang á Fiskimannafelagið og sverting av felagnum. Lat meg sláa rimmarfast, at eg ongantíð havi niðurgjørt F. F., tað kundi ikki fallið mær inn.
Og hansara seinasta yvirskrift lýsir sama hugmóð: ”Fiskimenn mugu fylkjast um sítt felag”. T. v. s. um Óla. Hetta er bara dømi um, at hann er grógvin fastur og sær ikki mun á sær sjálvum og F. F. Viðvíkjandi tí, eg havi skrivað, standi eg við hvørt einasta orð, hvørt komma.
Eg var uttanlands, tá ið Óli Jacobsen førdi sína herferð móti Erlendi Paturssyni á sinni. Eldri fólk ringja og fortelja mær, at mín skriving er sunnudagsskúlalestur móti tí, sum Óli tá skrivaði. Serliga tjóðveldisfólk minnast hetta við beiskleika. Onkran dagin fari eg at leita mær út á Landsbókasavnið at lesa gamlar Dimmalættingar.
Tað er rætt, at leirvíksbátarnir koyrdu kryvjimaskinurnar í land, men tað er sanniliga eisini rætt, at føroyskir trolbátar í Eystursjónum høvdu maskinur umborð longu í 1980, og tær riggaðu stak væl.
Óli og eg eru ósamdir. Eg veit, at menn arbeiða uttan løn. Óli pástendur tað mótsetta. Eg veit, at menn ofta bíða alt ov leingi eftir avrokning. Óli pástendur tað mótsetta. Menn kunnu so sjálvir avgera, hvør hevur størri trúvirði. Eitt er givið: Tann, ið ikki sær eitt problem, loysir tað heldur ikki.
Eg kenni alla søguna um sáttmálan hjá Atlantic Navigator. Hvat man kallar slíkt er líka mikið, men tað var ein ótrúliga lortkaslig handfaring og ein nógv verri sáttmáli. Spar meg fyri at fara í detaljur.
Valsvik havi eg ikki nevnt, men eg havi sagt meg ótryggan við eina valskipan, har eg skal lata mína uppstilling inn til umsitingina hjá mínum mótkandidati, sum eisini ger vallistan og sendir atkvøðuseðlarnar út. Eg eri ótryggur við, at mín mótkandidatur kennir mínar stillarar.
Hvør hevur stillað Óla upp? Veit nakar at siga mær tað? Tað er ódemokratiskt at nokta at upplýsa mær, nær valið byrjaði, og tað er ódemokratiskt at nokta mær limalistan, sum hann sjálvur hevur atgongd til.
Eg lati upp til limirnar í F. F. at meta um tað demokratiska sinnalagið.
Ein av stuðlunum hjá Erlendi Paturssyni sigur mær ironiskt nokk, at eitt av vallyftunum hjá Harra Jacobsen júst var meira demokrati. Ák ja, eg meini tað.