Í dag skuldi alt finaluumfarið í VFF-Kup verið, men veðrið hevur ávirkað skránna eitt sindur. Dysturin millum NSÍ og ÍF er fluttur til sunnudagin, meðan onkir eru fluttir til seinni í dag, tí tá verður veðrið betri.
Finalan millum HB og Víking verður klokkan 17.30 á Tórsvølli. Síðani eru dystirnir klokkan 11 fluttir til seinnapartin. Ein dystur verður klokkan 13 millum B68 og AB. Klokkan 15 spæla B36-KÍ og Skála-EB/Streymur.
Skráin:
Í dag
Klokkan 13:00: B68-AB (spæla um 9. plássið á Tórsvølli í Gundadali
Klokkan 15:00: B36-KÍ (spæla um 3. plássið á Tórsvølli)
Klokkan 15:00: Skála-EB/Streymur (spæla um 7. plássið á Ovara vølli)
Klokkan 16:00: HB-Víkingur (finalan á Tórsvølli)
Sunnudagin:
Klokkan 13:00: NSÍ-ÍF (spæla um 5. plássið við Løkin í Runavík)