Í morgin klokkan 17 skal HB spæla VFF-Cup finaluna móti Skála. Við á liðnum hjá HB verður norski miðvallarin Andreas Breimyr, skrivar bolt.fo. Hann vandi við HB í gjár og hugt verður nærri at um hann kann avloysa Trónd Jensen, sum er illa skaddur.
Andreas Breimyr kemur úr triðjbestu deildini í Noreg, har hann hevur spælt við Hødd IL, sum á sinni hevði Rógva Jacobsen í hópinum. 22 ára gamli Andreas Breimyr hevur ein part av fótbóltsuppvøkstrinum spælt við millum annað Crystal Palace og Fulham.
HB royndi í farnu viku danska áleyparan, Christoffer Denius, men einki spurdist burturúr royndarvenjingini.