Fyrsti dysturin í VFF Cup í Gundadali er spældur.
Talan var um dystin um sjeynda plássið millum 07 Vestur og ÍF, ið var spældur á Tórsvølli.
07 Vestur vann dystin 2-1. Í steðginum var støðan javnleikur 0-0.
Emil Pedersen legði 07 Vestur á odda tá bert tveir minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. Kevin Egell Johnsen økti til 2-0 tá 73 minuttir vóru leiktir. Tá fýra minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini minkaði Uros Stojanov til 2-1 aftaná upplegg frá Eliasi Lervig. Uros spældi við 07 Vestur farna kappingarár, men hevur nú skift aftur til ÍF.
07 Vestur-ÍF 2-1 (0-0) - dystur um 7. plássið í VFF Cup
1-0 Emil Pedersen (47.)
2-0 Kevin Egell Johnsen (73.)
2-1 Uros Stojanov (86.)
Kelda: dystir.fo