VF og J&KP undirskrivað avtalu

Vága Floghavn og J&K Petersen hava í dag undirskrivað avtalu um liðugtgerð av økinum sunnanfyri flogbreytina.

Tað boðar Vága Floghavn frá.

Hetta øki hevur ligið órørt síðani á summri 2011, tá restir av spreingievni frá útbyggingini í 1979, varð funnið.

Serfrøðingar frá Sweco og Orica í Noregi hava gjørt forkanningar og projekttilfarið, so arbeiðið kann fremjast á tryggan hátt.

Vága Floghavn sigur seg vera fegna um, at tað hevur eydnast at fáa eina avtalu við arbeiðstakaran um liðugtgerð, og at partarnir eru samdir um ein tryggan leist.

Arbeiðið byrjar innan stutta tíð og arbeiðstíðin verður einar 6 mánaðar.

Kostnaðurin fyri arbeiðið er 23 milliónir krónur.