Í tráð við ynskinum um at tryggja so høgt gjøgnumskygni sum gjørligt, ber nú til at síggja innlendis lutfall á vevlistin.fo. Hetta talið vísur lutfallið av vitjandi til heimasíður á listanum, sum eru stadd í Føroyum.
Tað sigur Halgir Winther Nagata.
Vevlistin er skaptur við tí endamáli at vísa eina so umboðandi mynd sum gjørligt av føroyskum vevtrafikki. Tí verða tølini aftanfyri listan heintaði úr Google Analytics, sum er heimsins mest brúkta vevmátingarskipan. Hetta er fyri at tryggja eitt høgt trúvirði, umframt at tryggja, at tølini eru í samsvari við altjóða standard.
Síðani Vevlistin varð stovnaður í 2011, hava umleið 70 føroyskar heimasíður valt at leggjast afturat listanum. Millum hesar teljast flestu av landsins størstu tíðindamiðlum.