Veturin nærkast. Tíðin við innihugna og jólum. Men hetta er eisini myrka árstíðin, tá vandin í ferðsluni økist – bæði fyri tey, ið koyra, og tey, ið ganga.
Í árunum 1988-2001 vóru 21% av teimum skaddu og deyðu í ferðsluni fótgangarar. Hesi árini vóru vandamestu mánaðarnir fyri fótgangarar desember, februar og mars, tá ávikavist 27, 26 og 26 fótgangarar komu til skaða ella doyðu í ferðsluni.
Ferðsla í myrkri er 2-3 ferðir so hættislig, sum ferðsla í dagslýsi. Ein vanlig misskiljing er, at fólk halda, at tey altíð verða sædd av bilførarum. Ljósini á bilunum tykjast jú so sterk, tú kennir teg rætt og slætt umgyrdan av teimum. Tað er jú ein sannroynd, at tað ber til at lesa í bók í glæmuni frá einum bili, sum er 2-300 m. burturi.
Men hjá bilføraranum er støðan hin øvuta. Á myrkum vegi, har eingi gøtuljós eru, sær bilførarin í mesta lagi tað, sum fjarljósini hjá bilinum megna at lýsa upp, tað er 100 m - við nærljósunum er tað 30 m.
Men ljósini á bilum eru í veruleikanum ikki sterkari enn so, enn at einans tað, sum er ljóst á liti, verður sjónligt fyri bilføraran. Tí er sera avgerandi, hvønn lit klæði okkara hava. Eitt fólk í ljósum klæðum kastar uml. 80% av ljósinum aftur, meðan eitt fólk í dimmum klæðum einans kastar eini 5% av ljósinum aftur til bilin.
Endurskin harafturímóti, er gjørt úr tilfari, sum megnar at kasta næstan 100% av ljósinum, sum lýsir á tað, aftur til ljóskelduna. Ert tú í ljósum vesti, sum eisini hevur endurskin, er sera lætt at síggja teg.
Tølini hjá Landsverk fyri 2005 vísa týðiliga, at ferðsluóhappini gerast fleiri í myrku vetrartíðini.
Børnini
Hvønn dag ferðast ein rúgva av børnum millum heim, dagstovn ella skúla og frítíðarítriv. Onkur verða koyrd, meðan onnur ganga. Í báðum førum er tað alneyðugt at vit – tey vaksnu – ansa eftir teimum yngru.
Sum foreldur kunnu vit leiðbeina teimum millum annað við at fylgja hesum ráðum:
- Er gongubreyt, lær børnini at ganga har og ikki á vegnum.
- Er eingin gongubreyt, bið tey tá ganga ímóti ferðsluni so uttarlaga í vegjaðaranum, sum tilber.
- Lær tey altíð at steðga á og hyggja báðar vegir, áðrenn tey fara út á vegin.
- Er gonguteigur, lær tey so altíð at brúka hann, tá tey skulu tvørtur um vegin.
- Skulu tey tvørtur um vegin, er best at fara har, sum vegurin er beinur,
og sýnið er gott.
- Bið tey ansa serliga væl eftir, tá tey fara út á vegin ímillum parkeraðar bilar ella aðrastaðni, har tey ikki síggjast væl.
- Lær tey at ganga kvikliga tvørtur um vegin heldur enn at renna.
Og vetrarmyrkrið ger tað eisini alneyðugt, at børnini hava ljós klæði og endurskin á klæðunum.
Vit eiga at kenna eina serliga ábyrgd fyri børnunum, ið júst eru byrjaðið í skúla ella dagstovni. Í hesum sambandi hava Ráðið fyri Ferslutrygd og Tryggingarfelagið Føroyar seinnu árini samstarvað um at veita øllum fyrsta floks næmigum í Føroyum gular, sera sjónligar vestar. Vestarnir er vornir partur av býar- og bygdamyndini kring landið. Javnan síggjast fylgi av børnum í gulu vestunum.
Avbjóðingin hjá foreldrunum er at halda børnini til at nýta vestarnar so leingi sum yvirhøvur til ber.
Bilførarar
Men eisini hjá bilførarum eru nógvir vandar um veturin, veðurlíkindini sýnast mangan at skifta millum illveður og stilli og hálku. Samstundis lýsir seint fyri degi, og skýmingin kemur tíðliga.
Neyðugt er tí at kanna dekk og ljós eina eyka ferð, nú vit byrja uppá veturin.
Vit mugu kanna, at allar perur á bilinum kunnu lýsa. Og í hálku er umráðandi at kanna, um dekkini er gjørd til vetrarkoyring, og um mynsturdýpdin er hóskandi.
Mynsturdýpdin á dekkunum eigur ongantíð at fara niður um 1,6 mm. Flest øll nýggj dekk hava eina rípu millum dekkbanarnar, sum vísir, hvussu nógv dekkini eru slitin. Um dekkið er slitið niður til rípuna, er dekkið ólógligt.
FDM mælir til, at dekkini verða skift, tá dýpdin fer niður um 3 mm. Til samanberingar hava nýggj dekk eina mynsturdýpd uppá 7-8 mm.
Hóast akførini eru í lagi, og fótgangarar nýta vest ella endurskin, er ikki sloppið. Týdningarmesta fyribyrgingin av ferðsluvanlukkum á vetri sum á sumri er, at vit, sum ferðast í ferðsluni, vísa fyrilit fyri hvørjum øðrum.