Veturin bítur seg fastan

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar bæði storm og kava komandi dagarnar.

Øll hava vit notið góða veðrið seinastu dagarnar, men komandi dagarnir minna okkum á, at enn er stutt liðið út á árið.

 

Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, væntar bæði storm og kava komandi dagarnar.

 

Týsdagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi, seinnapartin upp í storm, ælingur og hitin millum fýra og sjey stig.

 

Mikudagin verður eitt andøvsgul upp í ein strúk av landnyrðingi og ælingur, hitin millum fýra og sjey stig.

 

Hósdagin verður upp í hvassan vind av landnyrðingi og ælingur, partvís kavi., fríggjadagin minni vindur av norði og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið um frostmarkið.

 

So best er, ikki at pakka heitu jakkarnar alt ov langt burtur enn.