Tað hevur verið veruligt vetrarveður í Íslandi um vikuskiftið. Í dag er vindurin minkaður, men har norðuri og har eysturi er kavi, og í morgun ávaraði løgreglan um hálku og jarðrok nógvastaðni. Á Suðureysturlandinum er ikki kavi, men har ávaraði løgreglan um sandrok.
Í gjárkvøldið vóru boð eftir bjargingarfeløgunum, sum máttu hjálpa fólki, sum vóru farin í bilin, og sum sótu føst í kavanum. Flogferðslan var eisini nógv darvað.
Tað var eisini kalt í Íslandi í nátt. Eitt nú frysti fimm stig í Møðrudali. Íslendska veðurstovan sigur, at høgættin fer at linka út á dagin, og at tað verður lýggjari í dag, men at tað fer aftur at frysta í nátt.








