Vit plaga at siga, at tjaldrið - okkara tjóðfuglur - kemur um grækarismessu, 12. mars, men nøkur tjøldur - vetrartjøldur - eru her alt árið.
Á Facebook-síðuni - Fuglar í Føroyum - hevur Turið Vestergaard í Dali, sum býr í Trongisvági, lagt út eina frálíka mynd av tjøldrum dygst við sjóvarmálan.
Turið Vestergaard í Dali skrivar, "Vetrartjøldur. Í dag og í gjár hava tey havt góðar dagar. Høg fjøra, stilli og nóg mikið av mati…"
Á Facebook-síðuni verður spurt um liturin er hin sami á vetrartjøldrum, sum á teimum, sum koma um grækarismessutíð og fara avstað aftur, tá summarið fer at halla.
Men, sambært Turið Vestergaard í Dali hevur hon ikki staðfest mun á litinum, hvørki á fjarðunum, ei heldur á reyða nevinum og reyðu beinunum.
Ein fitt og hugvekjandi mynd, nú vit eru mitt um háveturstíð, má sigast.










