Vetrarstevna á Sandoynni

Skopun: Hesa vikuna hevur missiónshúsið í bygdini skipað fyri árligu vetrarstevnuni.

Møtini byrjaðu mikukvøldið í missiónhúsinum og halda fram hetta vikuskiftið í bygdarhúsinum Samljóð. Høvuðstalari á møtunum er Føroyavinurin Eivind Frøen úr Noregi, sum hevur vitjað her óteljandi ferðir. Umframt bønarløtur og lovsang luttaka fleiri sangbólkar, millum annað Ecclesia úr Klaksvík og Oasu-brøðurnir úr Havn.