Stuttfilmurin Vetrarmorgun hjá Sakarisi Stórá var í uppskoti til tríggjar heiðurslønir á filmsstevnuni Berlinale í Berlin - og filmurin vann eina teirra.
Tað var heiðurslønin við heitinum ” The Special Prize of the Generation 14plus International Jury”, sum var latin til besta stuttfilmin.
Saman við heiðrinum koma eisini 2,500 evrur, sum svarar til góðar 18.000 krónur.
Hoyr samrøðu við Sakaris, sum varð gjørd eftir at hann hevði vunnið virðislønina, við at trýsta á pílin undir myndini.