Fyrsta føroyska skaldsøgan
Bábelstornið er fyrsta skaldsøgan á føroyskum máli. Hon kom út sum bók í 1909, men framman undan tí hevði hon staðið í Tingakrossi sum framhaldssøga undir heitinum Ættarbregi. Bábelstornið er ein politisk ættarsøga, sum lýsir húsfólkið á tveimum gørðum ígjøgnum trý ættarlið. Eisini er skaldsøgan á sín hátt ein ævisøga um tjóðskaparrørsluna, sum veruliga kom í ljós í seinna helming av 19. øld.
Rasmus Rasmussen
Bábelstornið
Er Páll svakur?
Í skaldsøguni Alheimsins einglar býr frásøgumaðurin Páll á sinnissjúkrahúsi. Páll skal eitast at vera svakur, men tá ið samanum kemur, er hann kanska ikki stórt galnari enn øll tey, sum laga seg eftir einum vitleysum samfelag. Inn í frásøgnina hjá Pálli verða flættaðar søgur og lagnur hjá mongum av teimum, sum hann hittir á leiðini.
Einar Már Guðmundsson
Alheimsins Einglar
Skaldsøgan í tíðini
Fyri jól varð fyrsti stórfilmurin um Hobban frumsýndur kring heimin. Talan er um trírøð, sum byggir á skaldsøguna Hobban hjá J. R. R. Tolkien. Axel Tórgarð hevur týtt bókina til føroyskt, og hevur tú ikki lisið søguna um Hobban, er hetta kanska júst høvið at lesa skaldsøguna.
J.R.R. Tolkien
Hobbin
Gamal matur til nýggja tíð
Matur úr steinøldini skal verða góður fyri okkum nútíðarmenniskju og er nógv uppi í tíðini. Kendi kokkurin Thomas Rode Andersen hevur gjørt eina kókibók við Palæø-uppskriftum, sum eru tillagaðar okkara smakk, og sum serliga innihalda kjøt, fisk, egg, grømeti, frukt, nøktur og ber.
Thomas Rode Andersen
Stenalderkost
Yrkingar frá Jóanesi
Jóanes Nielsen hevur sín sermerkta stíl sum yrkjari, og hann er framvegis trúgvur ímóti stílinum í seinasta yrkingasavni sínum. Ummælari hjá tíðarritinum Wencil helt, at yrkingarnar líkjast í so nógv tí, sum Jóanes áður hevur skrivað. Men eitt er vist – keypir tú eitt yrkingasavn hjá Jóanes Nielsen, so fært tú Jóannes Nielsen!
Jóanes Nielsen
Tapet millum øldir
Meistarakrimi
Leitar tú eftir einari nýggjari krimirøð at lesa, so er bert eitt at gera, og tað er at fara í holt við røðina um Gunnar Barbarotti. Håkan Nessar hevur endurskapað krimisjangruna við hesari røðini, og upplagt er at byrjað við fyrstu bókini í røðini, meistaraverkinum Menneske Uden Hund. Tá ið tú fyrst hevur lisið hesa bókina, kanst tú ikki lata verða við at lesa hinar bøkurnar í røðini.
Håkan Nesser
Menneske Uden Hund
Uppgerðin við normar og reglur
Stórverkið hjá F. Scott Fitzgerald verður aktuelt aftur í hesum árinum, tí filmur er gjørdur við støði í bókini og verður frumsýndur seinni í ár. Søgan gongur fyri seg i 20’unum í USA, har søtir jazztónar eru partur av uppgerðini ímóti reglum og normum. Avleiðingin av uppgerðini er ein missur av samleika og meining. Ein av stóru skaldsøgunum í bókmentasøguni, og líkatil at lesa, nú stórfilmurin hjá Baz Luhrman er á veg.
F. Scott Fitzgerald
The Great Gatsby
Úr Prag til politiska tindin í USA
Madeleine Albright varð fødd í Kekkia og sigur her sterku søguna um seg og sína familju undir og eftir seinna heimsbardaga. Tú sleppur við, tá ið Albright flýggjar úr Prag til London, og síðani vinnur upp á tindarnar í amerikanskum politikki. Ein hugtakandi søga um eina sterka kvinnu, sum setti síni politisku fingramerki á heimssamfelagið.
Madeleine Albright
Vinter i Prag
Avbjóðandi skaldsøga
Søgan um seks ymiskar persónar verður í hesum verki vavd saman til eina hugtakandi søgu. Skaldsøgan hevur fingið fleiri altjóða heiðurslønir, og rithøvundin hevur eisini fingið fleiri herðaklapp fyri verkið. Skyatlas er eksperimenterandi og avbjóðandi.
David Mitchell
Skyatlas
Drama í Grønlandi
Hendan bókin fekk í fjør heiðurslønina hjá bókahandlunum í Danmark. Hon snýr seg um eitt lítið grønlendskt samfelag, har ein kvinna verður rend út av einum bergi og doyr. Avleiðingin verður fíggindaskapur millum grønlendingar og kolonistarnar. Norski rithøvundin Kim Leine hevur arbeitt sum sjúkrapleygari í Grønlandi í 15 ár.
Kim Leine
Profeterne I Evighedsfjorden
Málmaður gjørdi av við seg
Robert Enke var millum teir fremstu fótbóltsmálmenninar í Týsklandi og spældi á landsliðnum. Men hann stríddist eisini við tunglyndi, og í 2009 tveitti hann seg út fyri eitt tok. Rithøvundin Ronald Reng sigur søguna um evnaríka málmannin, sum ikki orkaði at liva.
Ronald Reng
Et Alt For Kort Live
Umstrítt verk
Norðmaðurin Karl Ove Knausgård hevur skrivað verkið Min Kamp, sum er í seks bindum og telir heilar 2500 síður samanlagt. Verkið er umstrítt, tí tað byggir á veruligar hendingar frá lívinum hjá rithøvundanum, og í Noregi hevur verið kjakast um, hvør markið millum skaldskap og veruleika skal verða. Ummæarar hava róst bókini, men familjan og onnur eru í øðini. Verkið flytir bókmentamarkið – og tað er í sær sjálvum áhugavert.
Karl Ove Knausgård
Min Kamp
Marco í lívsvanda
Marco Effekten er fimta bókin í krimirøðini um Deild Q og Carl Mørck. Jussi Adler-Olsen skrivar sannførandi og á altjóða stigi, og stórur spenningur hevur verið um hesa bókina, sum snýr seg um dreingin Marco, sum tíðliga í lívinum verður kriminellur. Tá ið hann flýggjar frá familjuni, kemur hann av álvara í lívsvanda.
Jussi Adler-Olsen
Marco Effekten
Bygdastríð
Mamma Harry Potter roynir seg her við einari skemtiligari søgu fyri vaksin. Søgan snýr seg um, hvat goymir seg handan leiktjøldini einari vakrari enskari bygd. Tá ið Barry Fairweather doyr, verður ein tómur sessur í sóknarráðnum, og tað leggur upp til størsta stríðið í bygdini nakrantíð
J.K. Rowling
Den Tomme Plads