Vetrarklárgering og píkdakk í Bilradio

Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin kl. 16.05 greiðir Jóhannes Tauser, leiðari hjá Tidy Car í Hoyvík, frá, hvussu teir t.d. lakkforsegla bilar, so teir eru mótstøðuførir til ein langan vetur.

Hálvan oktober var aftur loyvt at koyra við píkadekkum. Í tí sambandi verður ein samrøða við Petur Hermansen í Havn endursend. Petur arbeiðir sum sølumaður og hevur koyrt á føroysku vegunum í meira enn 40 ár. Hann er eisini kendur fyri síni avgjørdu sjónarmið um píkadekk.