Vetrarjazzur hevur eina fjøltáttaða skrá

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr Sunnevu Bæk frá Vetrarjazzi greiða frá

Vetrarjazz 2017 byrjað í kvøld, og tónleikatiltakið fer at seta sín dám á Havnina alla vikuna.

 

Byrjað verður við open mic/open stage í Reinsarínum og síðan verður annars farið á ferð í spælistøðum og jazz tónleiki. Umframt Reinsaríið verða konsertir í Norðurlandahúsinum, Kaffihúsinum, Hvonn, Sirkus, SMS og Havnar Kirkju.

 

Sum altíð fær Vetrarjazz vitjan úr útlondunum. Í ár kemur m.a. navnframa Gunnar Halle Kvartett at framføra tvær konsertir - eina í Reinsarínum fríggjakvøldið og eina í Norðurlandahúsinum leygardagin. Gunnar Halle Kvartett spælir tónleik, sum ferðast millum sjangrur við vøkrum løgum og eini leitan eftir nýggjum ljóðum.

 

Kvartettin fer eisini at hava eina verkstovu fríggjadagin har teir saman við luttakarunum fara at spæla sær við alt frá vøkrum ljóðum til larm.Vetrarjazz endar eins og vanligt við einum braki av eini konsert á Reinsarínum leygarkvøldið, har vit fara at hoyra Tjant, sum góvu fløgu út í fjør, Blue Coat Brass Band og nýggja bólkin Skaravan, sum fer at spæla jazz standards o.a. í SKA stíli.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Petur Zachariassen hevði beinleiðis á Rás2 fyrrapartin við Sunnevu Bæk, sum er ein av fyrireikarunum av Vetrarjazzi.