Vetrarjazzur fjálgar Føroyar

Norðurlandahúsið verður í næstum karmur um fleiri jazzkonsertir við bæði útlendskum og føroyskum bólkum

Norðurlandahúsið boðar í faldara sínum frá, at afturvendandi tiltakið Vetrarjazzur er aftur á skránni:

- Vetrarjazzur hevur í nøkur ár verið fastur táttur í januar og hevur kveikt lív í høvuðsstaðin hesa myrku árstíð. Í ár er vetrarjazzurin nakað væl størri í vavi, og umframt heimligu jazzúrmælingarnar eru fleiri útlendskir tónleikarar á skránni, stendur at lesa í várskránni hjá Norðurlandahúsinum.


Leygardagin 1. februar verða fleiri ókeypis konsertir at hoyra í húsinum.

Run við Unn Paturson, Anders Jormin og Rógva á Rógvu er ein bólkur, Sunna Gunnlaugs Trio úr Íslandi er ein annar, Mark Solborg Trio úr Danmark er ein triðji bólkur, sum fer á pall.


Endabresturin verður Kári Sverrisson og Bendar Spónir, sum fara at spæla í høllini. Henda konsertin kostar tó 100 krónur.


Dagin eftir bjóðar Norðurlandahúsið barnajazz, tá ið Dánjal á Neystabø og Búi Dam børnunum á Ævintýraferð.