Vetrarjazzur eisini fyri børn

Vetrarjazz festivalurin, ið byrjar í morgin hevur hópin av konsertum til tónleikaáhugaði og festivalurin endar við barnajazzi frá Ævintýraferðinini við Búa Dam & Dánjal á Neystabø.

Vetrarjazz festivalurin, ið byrjar í morgin hevur hópin av konsertum til tónleikaáhugaði og festivalurin endar við barnajazzi frá Ævintýraferðinini við Búa Dam & Dánjal á Neystabø.

Dánjali Kaggadingdingkaggadingdingkaggadum og Búa Sibbidibbidimdimdubadabadam, hava seinnu árini staðið fyri nøkrum av best umtóktu barnaløgunum, og hava við framførslum og fløguútgávum megna at vunnið barnahjørtu um alt landið.

Tónleikurin hevur altíð havt ein sera stóran leiklut í Ævintýrferðini, og hevur verið av sera høgum støði,  tí er tað nokkso hóskandi, at teir eru barnainnslagið á ársins Vetrarjazzi.

Konsertin er í Norðurlandahúsinum kl. 15. sunnudagin 2. februar.