Vetrarhárið á skeiði

Síðsta vikuskiftið var eitt forvitnlisligt frisørskeið í Fríðkuni í SMS í Havn.

Fyrireikararnir høvdu fingið vitjan úr Svøríki - og var tað svenski »frisørstylisturin«, Joha Niemi, sum arbeiðir fyri Matrix. Hann sýndi starvsfeløgunum í Fríðkuni tað nýggjasta nýggja innan hármótan uttan úr heimi - sum verður mótin í vetur.

Umboðið hjá Matrix hevur verið á ymsum messum kring heimin - og herfyri var hann á messu í London og í Kina. Hetta vikuskiftið skal hann hava skeið fyri 250 svenskum og norskum hárfríðkanarfólkum.

Á skeiðnum í Fríðkuni síðsta vikuskifti vóru millum 25 og 30 føroysk hárfríðkanarfólk, sum vórðu lærd at klippa, permanenta og lita við nýggjastu tøknini.

Leygardagin hevði Juha Niemi f´ýra modell, sum hann klipti, litaði og permanentaði. Juha Niemi er ein sera nærlagdur hárfríðkanarmaður, og hann dugir sera væl at læra av sær, sigur nakrar av hárfríðkanarkvinnunum, sum vóru á skeiðnum við Sosialin.

Sunnudagin sluppu føroysku hárfríðkanarfólkini at royna síni kynstur - og lata tey sera væl at væleydnaða skeiðnum.

Myndirnar sýna mótan í vetur?