Vestmanna Kommuna skrivar á heimasíðu sínari, at tey hava gjørt avtalu við hagapartarnar Fjallið og Heygahaga Fremru Helvt um friðing av parti av teirra vetrarbiti.
Tá seyðurin fer av bønum í ár, tvs. uml. 15. mai, fer Vestmanna Kommuna undir at vetrarfriða.
Í ár verður byrjað at hegna sambært avtaluni við Fjallshaga, Áðrenn hegnað verður, verður fyribils hegnlinja avsett. Síðani verður á staðnum avgjørt saman við lendiseigarunum, um linjan er í lagi, ella um hon skal flytast nakað. Eisini verður avgjørt, hvar smogur ella uppumgongdir verða í hegninum.
Møguliga verður eisini hegnað Inni á Fjørð í ár, men hetta er tengt at, hvussu fíggjarliga støðan verður, og eisini má avtala fáast við Landsverk um, hvussu farið verður tvørtur um landsvegirnar.
Enn manglar avtala at fáast í lag við Neshaga, men á heimasíðuni hjá kommununi verður sagt, at hetta vónandi fæst í rættlag um ikki so langa tíð.