TÍÐINDASKRIV
Oljufyrisitingin
Orkunýtslan í hesum økjum stavar í høvuðsheitum frá termiskari orku. Við høga oljuprísinum gerst spurningurin um veitingartrygd sera átrokandi, og tí er alneyðugt at finna alternativ til dýru og dálkandi oljuna. Skilagóða loysnin er í størri mun at gagnnýta varandi orkukeldur - eisini út frá einum umhvørvissjónarmiði.
Arbeiðið við verkætlanin byrjaði í 2003, úrslitið av fyrsta skeiðinum er ein kortlegging av orkustøðuni í Føroyum, Grønlandi og Íslandi og ein metan av alternativum orkumøguleikum í umrøddu økjunum. Næsta skeiðið fevnir um savnan av hagtølum, m.a. vindhagtølum, í eitt ár. Ta skeiðið byrjaði við fundi í Oljufyrisitingini týsdagin. Síðan skal støða takast til um ein royndarverkætlan skal takast í nýtslu.
Niðurstøðurnar í frágreiðingini frá fyrsta skeiðinum lata myndugleikarnar í londunum, sum eru við í verkætlanini, gera av hvar ætlanin skal fremjast.
Í Nólsoy
Landsstýrismaðurin í orkumálum hevur gjørt av, at vetni/vindverkætlanin skal liggja í Nólsoy.
Ætlanin er at seta eitt royndarverk upp sum kann gagnnýta vindorku til streymframleiðslu, sum partvís kann nýtast beinleiðis á el-kervinum og partvís til framleiðslu av vetni (hydrogen, brint) við einari prosess sum nevnist elektrolysa, har vatn verður skilt sundur í súrevni (oxygen, ilt) og vetni.
Framleidda vetni kann goymast í trýst tangum og nýtast seinni til el-framleiðslu við at brúka brennikyknur (fuelcells, brændselsceller), sum kann síggjast sum tann øvugta prosessin av elektrolysu, við tað at vetni og súrevni (úr luft ella reinum súrevni) renna saman og burturúr hesum fæst ravmagn (el), hiti og vatn. Samlaða virkningsgradin fyri eina sovorðna hydrogenskipan er umleið 30 %, hetta merkir at brennikyknan kann framleiða umleið 30% av streyminum, sum fer inn í elektrolysuskipanina frá vindmylluni. Um hitin verður gagnnýttur kann virkningsgradurin økjast munandi.