Veteranurin tók við formanssessinum

Árni Jacobsen, fyrrverandi lærari úr Miðvági, tekur nú enn eitt tørn í formanssessinum í Vága Tjóðveldisfelag. Tað skrivar Tjóðveldi á heimasíðu síni.


Á aðalfundin seinast gjørdist greitt, at felagið mátti finna ein nýggjan formann, tí forkvinnan í felagnum, Irena Nysted, er flutt til Hvannasunds og tók tískil ikki við afturvali.


Aðalfundurin valdi Árna Jacobsen, Jóan Petur Joensen og Ingolf S. Olsen í nýggju nevndina og tá hon skipaði seg, fall valið á Árna Jacobsen sum formann. Tjóðveldi skrivar, at Árni Jacobsen hevur verið virkin í Vága Tjóðveldisfelag í ein mansaldur og hevur eisini áður verið formaður.


Jóan Petur Joensen, deildarleiðari í FK í Miðvági og búsitandi í Sandavági, er peningarøkil, og Ingolf S. Olsen, løgtingslimur úr Sørvági, er skrivari, skrivar Tjóðveldi.