Veteranur vardi GÍ málið

Tá tveimum teimum bestu málverjunum bórust frá var neyðugt at brúka Peter Holm, sum í ár hevur hugnað sær í 3. deild

 

Fótbóltstos


Tað kom púra óvart á, at GÍ kom á vøllin við nýggjum málverja leygardagin. Hallur Hansen hevði vart málið frammanundan, men leygardagin, tá Dánjal Andreasen frá FSF kom til Gøtu við silvurmerkjunum, var Peter Holm í málinum. Peter spældi í síni tíð við besta GÍ liðnum, men nú eru tað nøkur ár síðani, at hann hevur verið við. Jens Martin Knudsen, Sunnvard Joensen, Rúni Joensen og Hallur Hansen hava verið GÍ málverjar.

Hvussu bar tað til, at teir sendu boð eftir tær?

? Tað var tí, at tað barst málverjunum bæði í 1. og 2. deild frá. Hallur Hansen varð vøddaskaddur undir arbeiði, og Mortan Joensen var leikbannaður eftir síðsta dystin á 2. deildarliðnum. Hann var spældur í Gundadali ímóti HB.

Nær fekst tú boð?

? Johan Nielsen ringdi fríggjadagin og bað meg um at spæla. Eg segði ja beinanvegin. Eg rokni við, at hinir 1. deildarspælararnir hjá GÍ hava vant meiri um vikuna í ár, enn eg havi vant alt kappingarárið, men eg havi fingið dystarvenjing í 3. deild. Eg roknaði ongantíð við, at tað fór at verða so nógv upp á spæl ímóti B71, og tað vísti seg at verða soleiðis. Um talan hevði verið um ein meiri týdningarmiklan dyst hjá GÍ, so hevði eg ivaleyst hugsað meg tvær ferðir um, áðrenn eg hevði játtað, sigur Peter Holm, sum einar tríggjar ella fýra ferðir strekti seg eitt sindur eftir skotroyndum frá sandoyingum.

Hvussu langt er tað síðani, at tú síðst vardi málið hjá GÍ í 1. deild?

? Eg eri javngamal við Jóan Petur Olsen og Magna Jarnskor, sum eisini spældu við leygardagin. Eg var á 1. liði í 1985. Í 1986 vóru vit flutt til Fuglafirðar at búgva, og tá spældi eg við ÍF. Í 1987 kom eg út aftur til GÍ, og eg spældi eitt sindur, inntil eg í 1989 fór niður í lestrarørindum, men tað vórðu ikki so ógvuliga nógvir dystir á besta liðnum, tí tá hevði GÍ eingilskt mannin Carl Whitehouse í málinum. Tá eg var heima í summarfrí í 1992 spældi eg nakrar fáar dystir. Tað vóru teir fyrstu hjá mær við Johan Nielsen sum venjara, og tá eg nú leygardagin aftur fekk kjansin, var Johan Nielsen framvegis venjari, sigur Peter Holm, sum avgjørt ikki komandi ár ætlar sær at vera við í kappingini um málverjuplássið hjá GÍ.