Dysturin millum danska veteranlandsliðið og føroyska Landskrona-landsliðið er
útsettur.
Dysturin skuldi spælast í næstu viku, men av tí at onkrir av donsku spælarunum ikki fáa komið til Føroya í hesi syftu hava DBU og Jákup í Stórustovu avgjørt at útseta dystin til mai ella juni mánaða næsta ár.
Tað hevur vigað nógv, at Michael Laudrup go Preben Elkjær ikki kundu koma til Føroya júst nú, tí teir hava sáttmála við sjónvarpsrásina TV3.
Harafturat eru kvøldini vorðin myrk, og tí má dysturin spælast klokkan 17.00, sum kanska er ov tíðliga til at savna nógvar áskoðarar. Og so er tað veðrið, sum ikki er nakað serligt...
Jákup í Stórustovu, sum hevur arbeitt við at fáa dansku spælararnar til landið, hevur havt onkrar samráðingar við danska sjónvarpsrás um at keypa rættindini til dystin, men enn er einki komið upp á pláss hesum viðvíkjandi.










