Veteranarnir glitraðu

KÍ venjarin, Eyðun Klakstein, var bæði fegin og lættur, eftir at hansara lið hevði vunnið fyrsta landskappingardystin í ár:

-Eg fegnist um, at liðið ikki varð tikið av fótum, hóast vit fingu mál ímóti okkum beinanvegin. Tað boðar frá góðum morali. Eg fegnist eisini um, at veteranarnir stóðu seg so væl, nú teir aftur vóru førir fyri at vera ímillum teir fyrstu ellivu. Jan Andreasen og Harley Bertholdsen spældu sera væl. Teir høvdu stóran týdning fyri, at tað hekk so væl saman. Ungu menninir stóðu seg eisini væl, og tað boðar frá, at breiddin á liðnum er stór.