Í seinastu borðtenniskappingini var tað nevnliga soleiðis, at tveir av gomlu leikarunum rættuliga fingu høvi til at gera vart við seg.
Talan var um teir báðar Eyðfinn Lamhauge og Høgna Larsen, sum annars ikki hava verið aktivir í fleiri ár, men sum kortini megnaðu at leika seg í finaluni í meðaldeildini.
Her máttu teir kortini lúta, so teir báðir fingu ikki endurtikið double sigurin fyri 25 árum síðani, tá teir saman vóru besta borðtennisparið í landinum.
Tey nógvu seinastu árini hava teir tó einki gjørt um seg, tó at fræga úrslitið hesu ferð helst ber boð um, at teir ivaleyst hava roynt seg eitt sindur í onkrum kjallara av og á.
Ikki teir einastu
Teir báðir eru kortini ikki teir einastu, sum framhaldandi dríva á, hóast árini eru farin at merkjast. Símun Johannesen er framvegis aktivur, og hann man hava veirð fastu fúsur nú í eini 25 ár, og suðuri á Tvøroyri er Sverri Midjord framvegis at síggja við borðið, hóast seinastu gullmerkjuni munnu liggja nakað langt afturi.










