Talv
Síðani miðskeiðis í 90´unum hava feløg havt loyvi til at hava tvey lið í somu deild. Kollfirðingar vórðu teir fyrstu sum royndu seg við tveimum liðum í 1. deild, síðani fylgdu klaksvíkingar táttin upp og havnarmenn hava eisini tað eina árið havt tvey lið í fremstu deildini. Í ár hava klaksvíkingar tvey lið í 1. deild.
Hinir vísu
Nýggir kustar feia kanska betur, men drúgvar royndir og góðska viga til tíðir tyngri. Tað fingu Ólavur Simonsen og Finnbjørn Vang á A-liðnum hjá KTF at sanna, tá teir taptu fyri ávikavist Rana Nolsøe og Steintór Rasmussen. B-liðið, við veteranunum Rana, Stentóri og Peturi Hans Poulsen á odda, vann 3-1. Um hesir garpar framanundan høvdu nakað av rusti, er tað við úrslitinum í vikuskiftinum í øllum førum av støvað.
Ólavur hevði helst vinnandi fyrimun í talvinum móti Rana, men Rani fekk útnyttað tíðarneyðina hjá Ólavi. Hóast laka úrslitið hjá A-liðnum, fara vit helst at síggja Ólavur & Co. í toppstríðnum tá kappingin av álvara kemur í gongd.
Havnin vann greiðan sigur
Kollfirðingar megnaðu ikki at gera nakað við sterka havnarliðið. Úrslitið varð 3-1 til verandi føroyameistararnar.
Martin Poulsen var ikki á liðnum hesa ferð og tí mannaði Olaf Berg fyrsta borð hjá HT. Hann leikti javnt móti Hans Kristiani Simonsen. Helgi D. Ziska vann á 2. borði á veterananum Torbjørn Thomsen.
Ein trygg og góð kappingarbyrjan hjá havnarmonnum. Tá Martin verður við aftur sær liðið enn meira ræðandi út.
Tepur sigur til VT
Tá vestmenningar komu til Hvalvíkar sunnudagin, sóu teir, at hvalvíkingar høvdu Haldur Suna Johansen á liðnum. Nú Rógvi W. Rasmussen er fluttur av landinum aftur, er styrkurin í Halduri Suna kærkomin.
Haldur Suni telvaði væl ímóti John Rødgaard. Hann gjørdi at kalla ongan feil, men tapti kortini drúgva talvið. Rødgaard fann djúpt inni í talvinum nakrir lítlir veikleikar í svørtu støðuni og teknikkurin bilar jú einki hjá Rødgaard.
Longsta talvið í dystinum var á 2. borði millum Finnbjørn Zachariassen og Carl Eli N. Samuelsen. Uppgerðin varð rættiliga spennandi og als ikki feilfríð heldur. Endin varð, at Carl Eli dróg tiltikna stráið. So løgið tað ljóðar, var hetta fyrstu ferð, at hesir báðir hittust yvir talvborðið.
Martin Brekká bjargaði hvalvíkingum nøkur stig, tá hann vann eitt gott talv á Samson Højgaard. Sámal Christiansen og Sjúrður Thorsteinsson leiktu ein friðarligan javnleik á 4. borði.
Bæði liðini vóru eftir dystin nøkunlunda nøgd við úrtøkuna.
Fylg nærri við liðkappingini á www.faroechess.com.
Keðilig byrjan hjá útisetum
Føroyska talvfelagið i bestu donsku deildini, Skakligaen, fóru sera skerdir til Aalborgs, har dupultumfar var á skránni í vikuskiftinum. Hvørki John Arni Nilssen, Heini Olsen, Eyðun Nolsøe ella Heini Danielsen vóru við í ferðalagnum. Flóvin Tór Næs, Rógvi W. Rasmussen og Jóan Hendrik Andreasen mannaðu ovastu trý borðini.
Fyrri dysturin endaði við teprum tapi ímóti Nørresundby. 3,5 - 4,5. Jóan Hendrik Andreasen vann sum tann einasti á føroyska liðnum. Jóan Hendrik vann eisini sum tann einasti í seinna dystinum ímóti Skolerne. Og fleiri vórðu ikki stigini í tí dystinum, tí føroyingarnir taptu nevnliga heili 7-1. Úrslitini viðføra eina tilveru sum botnlið, nr. 9 av teimum tíggju liðunum í Skakliguni.
Um ikki liðið verður fullmannað næstu dystirnir, verður verri enn ilt hjá Talvfelagnum Føroyar at halda sær uppi í elitudeildini.