Veteranar hjá Víkingi halta

NSÍ er manningarliga væl fyri, nú tað verður riggað til at fara inn um Gøtueið at stríðast fyri silvurkrónunum

Tað verður grannauppgerð í Sarpugerði seinnapartin. Víkingur fær vitjan av NSÍ.

 

Hetta hevur verið soltnasta árið yvirhøvur hjá víkingunum, síðani felagið varð stovnað fyri tíggju árum síðani. Avbjóðingin er at enda kappingarárið væl, nú tað er greitt, at endastøðan verður fimta plássið, og at felagið næsta ár ikki fer at taka lut í Europa næsta summar, og nú tað er greitt, at Sigfríður Clementsen ikki fer at halda fram sum venjari í Sarpugerði.

 

Víkingarnir hava alt kappingarárið verið skaðadarvaðir. Sølvi Vatnhamar gongur við brotnum rivi, og tað er ivasamt, um tveir aðrir veteranar – Hanus Jacobsen og Andreas Lava Olsen – verða førir fyri at spæla ídag.

 

Hjá NSÍ er avbjóðingin at halda fokus á silvurkrónunum, sum felagið framvegis hevur møguleika at vinna, og ikki at hugsa um, at Árni Frederiksberg er á veg úr felagnum, og at tað ikki er greitt, um Sámal Erik Hentze fer at halda fram sum venjari.

 

Allir spælararnir eru tøkir, sum síðstu ferðirnar hava verið við. Símun Rógvi Hansen hevur verið skaddur alt hetta árið, og Øssur Dalbúð hevur ikki verið við síðstu ferðirnar, eftir at hann varð skurðviðgjørdur í fótinum.

 

2. apríl vann NSÍ grannauppgerðina í Sarpugerði 2-1, og 16. juni vann Víkingur 2-1 við Løkin.