FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Tvøroyri: Mikudagin var trolarin, Vesturvarði, á Tvøroyri við 210.000 pund av upsa, sum teir fingu í seks dagar.
Bjarni Hansen, virkisleiðari á Fiskavirking á Tvøroyri, sigur, at hetta var alt stórur og góður upsi, 1, 2 og 3?arar, sum hann tekur til.
Hósdagin landaðu Rankin og Research á Tvøroyri. Hin fyrri hevði 100.000 pund av kongafiski og svartkalva, hin seinni 100.000 pund av góðum upsa.
Góður útróður
Veðrið hevur verið gott seinastu dagarnar, og væl hevur vignast hjá útróðrarbátunum á Tvøroyri.
Bjarni sigur, at hósdagin løgdu bátarnir eini 30.000 pund av útróðrarfiski upp á Tvøroyri.
? Teir flestu royna við snellu, onkur við línu. Fleiri bátar við snellu lógu millum 800 og 1200 pund. Slagið, teir fáa, er smáttfallandi toskur.
? Virkisleiðarin sigur, at tað eru fleiri ár síðan, at so góður útróður hevur verið á Tvøroyri.
Nógv fiskaarbeiði
Á Fiskavirking á Tvøroyri hava tey arbeitt hvønn dag hesa vikuna til kl. 19.00, og tá ið vit frættu í gjáramorgunin, væntaði Bjarni Hansen, at tey eisini fóru til arbeiðis í dag, leygardagin.
? Og vit vænta, at tað verður nógv at gera í komandi viku, leggur hann aftrat.