Vesturvón skiftir alla manningina í morgin

Vesturvón skiftir manning í Bodø í morgin - øll manningin verður skift. Kl. 9:15 fer nýggj manning úr Vágum við Atlantsflog beinleiðis til Bodø, seinnapartin kl. 14:15 kemur flogfarið aftur úr Bodø, við teimum 33 monnunum, sum nú eru umborð.

Vesturvón fór úr Føroyum 8. januar, teir royndu fyrst í russiskum sjógvi, men hava tað seinastu tíðina roynt í norskum sjógvi, fiskiskapurin hevur verið góður, teir hava 620 tons av flaki. Tað seinastu vikuna hava teir roynt eftir upsa.