Fiskivinna
Vesturtúgvan, sum trolar saman við Grønanesi, landaði 40.000 pund av upsa í Miðvági mánadagin. Grønanes, sum landaði í Vestmanna, hevði á leið somu nøgd.
Sum skilst, gekst ikki so væl hjá Vesturtúgvuni og Grønanesi hendan túrin, tí alt riggaði ikki, sum tað skuldi.
Frí mikudagin
Tey vóru til arbeiðis á Fiskavirking í Miðvági mánadagin, og tey fara eisini til arbeiðis á virkinum í dag.
Mikudagurin er hálvur frídagur, men í Miðvági taka tey vanliga frí slíkar dagar; so hendan dagin verður einki fiskafólk til arbeiðis.
Í Miðvági vóna tey, at onkur landing verður seinni í vikuni, so tey sleppa aftur til arbeiðis hósdagin og fríggjadagin.










