Vesturtúgva og Grønanes landa í dag

Partrolararnir Vesturtúgva og Grønanes komu inn seint í gjárkvøldið, teir landa í dag. Vesturtúgva landar í Havn og Grønanes landar í Vestmanna, teir hava tilsamans 200-túsund pund, tað eru Faroe Seafood og Høvdavirkið í Leirvík, sum keypa fiskin.

Vesturtúgva og Grønanes byrjaðu túr 18. novembur, teir hava roynt eystanfyri, meginparturin er upsi, men eisini hava teir eitt sindur av toski.

Ætlandi fara teir nýggjan túr í kvøld.